- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólk skulu gjalda fyri koronukanningar
Ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu gjalda 312 krónur fyri koronukanning alt hetta árið. Ætlanin var annars, at lógin um gjaldið skuldi fara úr gildi 1. apríl.
Men nú mælir Fíggjarmálaráðið til, at hon varar heilt til nýggjárs. Tí kravið um koronukanning stendur við.
Ferðafólk, sum eru 12 ár ella eldri, skulu tí gjalda 312 krónur alt hetta árið. Øll, sum eru komin til Føroya síðani 27. juni í fjør, eru kannað.
Kanningarnar vóru ókeypis
Fyrst vóru hesar kanningar ókeypis hjá ferðafólkum. Men síðani 1.oktober eru kravdar 312 krónur fyri hvørja kanning.
Um Farsóttarnevndin sleppur kravinum um kanning, verður avgjaldsskeiðið stytt samsvarandi tí, sigur Fíggjarmálaráðið.
Inntøkan hjá landskassanum er góðar tríggjar milliónir krónur um mánaðin, um 10.000 fólk ferðast um mánaðin.