- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna møgulekan fyri bergholi í Havn
Kanna møgulekan fyri bergholi í Havn
Nú skal kannast, um til ber at gera berghol millum Villingardalsvegin og Hotel Føroyar i Havn

25.02.2021 - 08:09
Tórshavnar býráð skal í kvøld taka støðu til eitt uppskot um forkanningar í tí sambandi. Bergholið verður 1.300 metrar langt. Forkanningarnar í berginum eru mettar at kosta 800.000 krónur.
Arbeiðið verður boðið út millum tær tvær fyritøkurnar í Føroyum, sum sambært Tórshavnar kommunu kunnu gera hesar kanningarnar.
Tær eru Kristian Stórhamar í Trongisvági og Grevstur MS, sum Martin Sivertsen í Norðdepil hevur. Meirilutin í Teknisku nevnd og meirilutin í Fíggjarnevndini mæla býráðnum til at samtykkja uppskotið um forkanningar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV