Ætla at lata Havnará uppaftur

Ætla at lata Havnará uppaftur
Tórshavnar býráð viðger eitt tilmæli í málinum í annaðkvøld
Gomul mynd av Havnará, sum varð lokað inni í 1956. Nú er ætlanin at lata ein part av ánni uppaftur
 
24.02.2021 - 14:54

Í annaðkvøld fer Tórshavnar býráð at taka støðu til, um Havnará skal latast uppaftur.

Ítøkiliga skal støða takast til, um ein millión krónur skal játtast til at lýsa verkætlanina og til kanningar, og um heimild skal gevast at bjóða verkætlanina út.

Byggi- og býarskipanarnevndin, tekniska nevnd og fíggjarnevndin í kommununi, taka undir við tilmælinum, sum kemur til politiska viðgerð hóskvøldið.

Í fyrstu atløgu verður tað mett ráðiligt at lata strekkið millum Betri Banka og Vaglið uppaftur.

Lok varð lagt á Havnará í 1956.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417