- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanlandsnevndin svarar nú landsstýrismanninum

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum fer í dag at skriva svarið, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, skal hava um lofteftirlitsradaran, sum danir vilja seta upp í Føroyum.
Landsstýrismaðurin ráðførdi seg við nevndina mikudagin. Bill Justinussen, formaður í Uttanlandsnevndini, segði við Útvarpið sunnudagin, at hann miðar eftir, at nevndin er samd um svarið.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu, at hann fekk at vita um semjuna, sum seks flokkar í fólkatinginum gjørdu um verjuna í Arktis, sama dagin, sum semjan varð gjørd. Tað var 10.februar.
Danski verjumálaráðharrin kunnaði Jenis av Rana, landsstýrismann, um semjuna sama dagin, hon varð gjørd. Løgmaður fekk kunningina frá embætisfólki sínum.