- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðrið tarnar sigling og koyring
Veðrið tarnar sigling og koyring
Tað er framvegis væl av vindi ymsastaðni í landinum, og Strandferðslan hevur avlýst nakrar túrar í dag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20190218_eingi_gron_krov_til_bussar_0028.jpg?itok=O5gdWJKL)
Broytingar og avlýsingar eru í dag.
21.02.2021 - 09:24
Tað er framvegis væl av vindi ymsastaðni í landinum, og Strandferðslan hevur avlýst nakrar túrar í dag.
Eingin sigling er um Nólsoyarfjørð, og siglt verður heldur ikki til Fugloyar og Svínoyar í dag.
Fyrsti túrur hjá Smyrli av Krambatanga til Havnar í dag verður klokkan 17.30.
Broytingar og avlýsingar eru eisini hjá Bygdaleiðum í dag.
Meira fæst at vita á heimasíðuni SSl.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV