Meira verður alt í ár

Meira verður alt í ár
Alt bendir á, at tær tríggjar alifyritøkurnar í landinum fara at ala meira í ár enn í fjør
Alingin veksur í ár.
 
21.02.2021 - 09:08

Alt bendir á, at tær tríggjar alifyritøkurnar í landinum fara at ala meira í ár enn í fjør.

Í 2020 vórðu tikin 73.000 tons av laksi í kruvdari vekt, sum var nakað minni enn í 2019.

Metingarnar fyri í ár siga, at alingin veksur 6-10 prosent. 

Vøksturin hevur samband við stóru íløgurnar, sum eru gjørdar í smoltstøðir á landi seinastu árini, verður upplýst alifrágreiðingini frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum.

Hálv milliard í landskassan

Landskassin fær góða hálva milliard krónur um árið í beinleiðis inntøkum frá alivinnuni.

Frá 2015 til 2019 rindaði alivinnan knappar 2,2 milliardir í skatti og avgjøldum til landskassan. Men støðan við koronu hevur við sær, at marknaðarprisurin fall í fjør, og tað ávirkar eisini inntøkurnar hjá landskassanum.

Helgi Abrahamsen sigur, at búskaparliga gongdin í alivinnuni hevur verið framúr góð seinastu árini. 

Aðalorðaskifti

Tær tríggjar alifyritøkurnar, Bakkafost, Mowi og Luna, hava umsett fyri 22,4 millardir krónur seinastu fimm árini. Íløgur eru gjørdar fyri 9,2 milliardir krónur, og 2,7 milliardir eru goldnar í vinningsbýti.

Umleið 1.000 løntakarar eru í alivinnuni í løtuni. Lønargjaldingarnar í vinnuni í 2019 vóru meira enn 400 milliónir kr. 

Aðalorðaskifti um alifrágreiðingina hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, verður í tinginum mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369