- Tíðindi, mentan og ítróttur
Siv Jensen fer frá sum forkvinna
Siv Jensen fer frá sum forkvinna
Síðani Framburðsflokkurin fór ú norsku stjórnini í fjør, er undirtøkan hjá flokkinum nógv minkað

Siv Jensen leggur frá sær sum forkvinna í Framburðsflokkinum á landsfundinum í mai
19.02.2021 - 08:49
Forkvinnan í norska Framburðsflokkinum, Siv Jensen, hevur boðað frá, at hon leggur frá sær sum forkvinna í flokkinum á landsfundinum í mai.
Siv Jensen mælir til at velja Sylvi Listhaug sum forkvinnu í flokkinum, og Ketil Solvik-Olsen sum næstformann.
Framburðsflokkurin var eitt skifti í norsku stjórnini, og Siv Jensen var fíggjarmálaráðharri frá 2013 til 2020, tá flokkurin valdi at fara úr stjórnini í andstøðu.
Síðani Framburðsflokkurin fór úr samgonguni, hevur støðugt gingið aftur á hondina, og í seinastu meiningakanningini, fekk flokkurin bara sjey prosent av atkvøðunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV