- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ritan aftur í sigling
Ritan aftur í sigling
Fyrsti túrur úr Hvannasundi verður seinnapartin
18.02.2021 - 08:53
Strandfaraskipið, Ritan, fer í dag aftur í sigling millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy.
Ritan fór á sleipistøð í Havn 8. desembur í fjør, og nógv arbeiði er gjørt.
Tað kostaði Strandferðsluni fýra milliónir at umvæla Rituna, segði Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, við útvarpið herfyri.
Fyrsti túrurin við Rituni, nú hon verður sett í sigling aftur, verður úr Hvannasundi klokkan 14:45 í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV