Fríkendur fyri harðskap

Fríkendur fyri harðskap
Maðurin var ákærdur fyri at hava givið einum durðavørði í Glitni nevan beint í andlitið
Maðurin var ákærdur fyri at hava givið einum duravørði í Glitni nevan beint í andlitið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.02.2021 - 10:53

Ein maður mitt í tretivunum varð í gjár frídømdur í Føroya rætti fyri harðskap. Maðurin var ákærdur fyri at givið einum durðavørði í Glitni nevan beint í andlitið.

Hann var eisini ákærdur fyri at skumpa tvær vaktir í Glitni. Hetta skal vera hent í oktober 2019. Fimm vitni vórðu avhoyrd í málinum.

Ákærin kravdi 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing, sum er vanliga revsingin fyri at geva einum øðrum nevan beint frammaná.

Men rætturin helt ikki, at harðskapurin, sum maðurin var ákærdir fyri, var prógvaður. Hann varð tí frídømdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049