Atkvøða um hybridbilar og avgjaldslætta

Atkvøða um hybridbilar og avgjaldslætta
Tingfundur verður klokkan 13.30
 
16.02.2021 - 08:57

Á fundinum í dag fer løgtingið at gera av, um hybridbilar og plug-in hybridbilar skulu sleppa lættari í skrásetingargjaldi og fáa meirvirðisgjald afturgoldið. 

Umhvørvisstovan mælir frá, men meirilutin í Fíggjarnevndini tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum.

Uppskotið hjá landsstýrinum um meirvirðisgjald, elriknar hitapumpur, orkuvinaligar bilar og leigubústaðir er eisini á skránni í dag.

Við í uppskotinum eru eisini dagførdar reglur um leigubilar.

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera í dag.

Tingfundurin í dag er klokkan 13.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417