- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjaldførið er nærum fimm milliardir

Gjaldførið hjá landskassanum við ársenda var 4,7 milliadir krónur, og tí væl oman fyri kravda minstagjaldføri, sum er 15 prosent av BTÚ. Í 2020 hevði tað svarað til 2,9 milliardir krónur. Tað sigur Landsbankin.
Við ársbyrjan 2020 var gjaldførið umleið 600 milliónir krónur oman fyri minstagjaldførið, men tað fall niður móti minstagjaldførinum, tá ið COVID-19 rakti.
Eitt av tiltøkunum hjá landsstýrinum var at útseta MVG-gjaldið frá fyrsta ársfjórðingi til triðja ársfjórðing fyri at lætta um gjaldførið hjá fyritøkunum, meðan samfelagið var afturlatið.
Eisini varð freistin at rinda tollgjøld longd.
Læntu 1,6 mia. eyka
Av tí at óvissan um inntøkur og útreiðslur landskassans var stór í byrjanini av COVID-19 farsóttini, valdi løgtingið harafturat í juni 2020, tá ið landskassin kortini skuldi at endurfíggja eitt lán, at læna 1,6 milliardir krónur eyka.
Hetta lánið skuldi vera til hall á fíggjarlógini í 2020 og 2021. Fíggjarmálaráðið metti tá, at undirskotið fór at vera 1,1 milliardir krónur í 2020 og 500 milliónir krónur í 2021.
Samlaða lántøkan var 2,945 milliónir krónur, har 1,345 milliónir krónur skuldu brúkast til at rinda skuld, sum fald til gjaldingar. Síðani juni 2020 hevur gjaldføri landskassans ligið millum fýra og fimm milliardir krónur
Við ársenda 2020 var gjaldførið 1,8 milliardir krónur størri enn minstagjaldførið. Gjaldførið av lántøkuni í juni 2020 upp á 1,6 milliardir krónur er tí framvegis tøkt.