- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðssetningur um sundurskiljing ikki liðugur

Enn er ikki klárt at fara undir at gera frágreiðingina um, hvussu ein full ognarlig sundurskiljing røkkur málinum í samgonguskjalinum, sum er at tryggja javnbjóðis kapping á fjarskiftismarknaðinum og sundurskilja almenna fjarskiftisnetið.
Frágreiðingin skal eisini siga, hvussu hetta fer at ávirka fjarskiftismarknaðin, og hvørjar fyrimunir og vansar hetta hevur fyri Føroya Tele-samtakið, bæði í Føroyum og uttanlands.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum bað 26.oktober í fjør partafeløgini Telefonverkið og NET gera eina óhefta frágreiðing um, hvussu ein full ognarlig sundurskiljing skal gerast.
Frágreiðingin skal eisini lýsa, um aðrar leiðir eru at røkka sama setningi um fult gjøgnumskygni, fría og javna kapping.
Samgongan vil skilja sundur
Í samgonguskjalinum stendur, at fyri at tryggja javnbjóðis kapping á fjarskiftismarknaðinum verður farið undir fulla ognarliga sundurskiljing av almenna fjarskiftisnetinum.
Enn er ikki farið undir at gera frágreiðingina, tí arbeiðssetningurin er ikki klárur.
Fíggjarmálaráðið hevur góðkent uppskotið hjá Føroya Tele og Net um arbeiðssetning, sum tað fekk 29.januar, og nú hava partafeløgini fingið freist til 19.februar at koma við viðmerkingum.