- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sum á ólavsøku í Havn í nátt
Nógv fólk vóru í býnum í nátt, og løgreglan sigur, at summastaðni var sum á ólavsøku. Løgreglan vitjaði eisini á skeinkistøðum, norðan fyri, í Klaksvík, Runavík og í Fuglafirði, men har vóru ikki so nógv fólk.
Men í Havn sigur løgreglan at fólk stóðu sum sild í tunnu, og tí hættaði løgreglan sær ikki inn á nøkur skeinkistøð at minna á koronutilmælini, tí har vóru so nógv fólk. Men hóast nógv fólk vóru úti, so spældi alt væl av, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Ein vindskaði
Ein bilførari fekk eina bót í nátt. Hann var steðgaður inni í Eysturoyartunlinum, og tað er ikki loyvt. Eisini høvdu fólk, sum vóru í bilinum latið eitt neyðskáp upp inni í tunlinum, og tá fer ein alarmur frá á løgreglustøðini, sum fór beint á staðið.
Annars spældi alt væl av, hóast nógv fólk savnaðust at halda føstulávint. Nakað av vindi var eisini í nátt, og løgreglan fekk eina fráboðan um vindskaða.
Tað var á Vestaru bryggju í Havn, at ein klædningspláta reiv seg leysa í vindinum, men sløkkilið fór á staðið og meira skaði stóðst ikki av tí.