Portrið kemur ikki undir náttúrufriðingarlógina

Portrið kemur ikki undir náttúrufriðingarlógina
Friðingarnevndin í Streymoyar sýslu heldur, at landspolitikarar mugu koma við einari loysn um gongd í haga og aðrastaðni
Gjaldsportrið í Saksun er ikki øðrvísi enn onnur portur á uppdyrkingarvegum, sigur friðingarnevndinum
 
09.02.2021 - 13:09

Gjaldsportrið í Saksun kemur ikki undir náttúrufriðingarlógina, og kann tí ikki viðgerast samabært henni.

Tað segði náttúrufriðingarnevndin í Streymoyar sýslu 10.desember í fjør.

Og tað staðfesti Yvirfriðingarnevndin fríggjadagin.

Portrið í Saksun er ikki øðrvísi enn onnur portur á uppdyrkingarvegum, hóast talan er um eitt gjaldsportur.

Og hóast portrið ikki kemur undir lógina um náttúrufriðing, er portrið heldur ikki brot á náttúrufriðingarlógina.

Náttúrufriðingarnevndin í Streymoyar sýslu heldur, at landspolitikarar mugu koma við einari loysn um gongd í haga og aðrastaðni.

Gjaldsportrið ger, at fólk noyðast at gjalda bóndanum fyri at sleppa oman á Pollin og Lónna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824