Brenna tilfar frá koronukanningum

bannari
Brenna tilfar frá koronukanningum
Potingarpinnar hjá teimum, sum eru smittað, verða tó goymdir í eina viku
Biologiska tilfarið frá koronukanningum verður beint burtur, so skjótt sum staðfest er, at kanningin er positiv ella negativ
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
09.02.2021 - 10:47

Biologiskt tilfar frá koronukanningunum verður burturbeint, so skjótt sum staðfest er, um kanningin er positiv ella negativ. Tað verður brent.

Tó vera potingarpinnar hjá teimum, sum eru smittað, goymdir í eina viku, tí teir skulu kannast fyri frábregdi, millum serliga smittandi bretska frábregdið. 

Neyvar mannagongdir eru

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað Ruth Vang, løgtingskvinnu, sum spurdi um biologiska tilfarið frá korunukanningum.

Hon spurdi millum annað, um tilfarið verður brúkt til annað enn at staðfesta, um tey kannaðu hava koronu.

Tað verður tað ikki, svarar Kaj Leo Holm Johannesen. Sambært svarinum eru neyvar mannagongdir um, hvussu tilfarið verður burturbeint.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366