- Tíðindi, mentan og ítróttur
Velja umboð í Bú- og heimatænastuna av nýggjum
Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur í dag givið Tvøroyrar kommunu boð um at velja umboð og varaumboð í Bú- og heimatænastuna í Suðuroy av nýggjum, og ger vart við, at veljast skal sambært lutfalsvalháttinum, skrivar Javnaðarflokkurin í býráðnum á Tvøroyri á sínum Facebook-vanga.
Veljast skulu tveir fastir limir og tveir varalimir í Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni.
Hilmar Høgenni, stjóri í Kommunala eftirlitinum, sigur, at valið skuldi fara fram sambært lutfalsvalháttinum. Tað vil siga, at minnilutin hevði rætt til at velja annan fasta limin, umframt ein varalim.
Borgarstjórin helt um siðvenju
Tað var á býráðsfundinum 4. januar, at veljast skuldu tveir fastir limir og tveir varalimir í Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni.
Borgarstjórin, Kristin Michelsen, tvíhelt um, at meirilutin í Tvøroyrar býráð skuldi velja báðar limirnar.
Minnilutin, umboðini fyri Javnaðarflokkin, førdu fram, at minnilutin átti annan fasta limin og annan varalimin í Bú- og heimatænastuni.
Nakað av tvídrátti var um valið, og Kristin MIchelsen, borgarstjóri, helt fast við sítt, tí tað er siðvenja í Tvøroyrar býráð.
Javnaðarflokkurin skrivar, at tey førdu fram, at tað er kommunustýrislógina, sum eitt býráð skal halda seg til, og ikki siðvenjur.
Borgarstjórin var hvørki til at høgga ella stinga í og vildi hava, at atkvøðast skuldi. Minnilutin mótmælti, men til fánýtis.
Sendu málið til eftirlitið
Tí gjørdi minnilutin í Tvøroyrar býráð av at senda málið til Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum hevur eftirlit við kommununum.
Niðurstøðan frá Umhvørvis- og vinnumálaráðinum kom í dag, og ráðið mælir til, at Tvøroyrar kommuna av nýggjum velur umboð og varumboð í stýrið fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy, og at veljast skal sambært lutfalsvalháttinum, skrivar Javnaðarflokkkurin í Tvøroyrar býráð á sínum Facebook-vanga.