Nevndin hjá Landsbankanum verður Búskaparráð

Nevndin hjá Landsbankanum verður Búskaparráð
Nú er greitt, hvat landsstýrið ætlar við Búskaparráðnum
 
04.02.2021 - 06:44

Nevndin hjá Landsbankanum verður Búskaparráð, og Landsbankin skal umsita Búskaparráðið. Fróðskaparsetrið hevur dagligu umsitingina nú.

Uppskot um lógarbroytingar eru farin til hoyringar. Eisini er skotið upp, at nevndin hjá Landsbankanum verður minni. Nú eru sjey fólk í nevndini hjá Landsbankanum. Uppskotið er, at tey skulu vera trý.

Stovnsfæið flytast

Stovnsfæ Landsbankans, 20 milliónir krónur, skal flytast í Búskapargrunninin, sum Landsbankin longu nú umsitur. Landskassin skal fíggja Landsbankan. Bankin kemur í fíggjarlógina. 

Sum nú er, verður rakstur Landsbankans fíggjaður við gjaldi upp til fýra promillu av minsta gjaldføri landsins í 2020. Í ár er talan um 9,2 milliónir krónur

Við at minka nevndini hjá Landsbankanum og strika Búskaparráðið fara 10 nevndarlimir niður í tríggjar. Og eitt ráð minni verður í fyrisitingini. Búskaparráðið var upprunaliga stovnað í 1962.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417