- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin fráboðan komin enn

Hóast Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, segði fyri einum mánað síðani, at fyrsta dagin fór hann at boða frá, hvat skuldi henda við Búskaparráðnum, er eingin fráboðan komin enn.
Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, sigur, at tey hava einki frætt. Búskaparráðið situr til 1.mai. Hálvan mars kemur fyrra búskaparfrágreiðingin í ár.
Trý fólk sita í ráðnum
Og seinni kemur ein temafrágreiðing um tørvin á arbeiðsmegi til umsorgan og onnur størv í vælferðartænastuni.
Í ólavsøkurøðuni í fjør segði løgmaður, at landsstýrið fer at umskipa og avtaka nevndir og ráð. Eitt ráðið er Búskaparráðið. Men enn er ógreitt, hvussu verður við tí.
Búskaparráðið eygleiðir búskaparligu gongdina í Føroyum og ger óheftar ráðgevingar og frágreiðingar. Heri á Rógvi, Ester Hansen og Sigurð Poulsen eru í Búskaparráðnum.