Leitaðu eftir fremmandum ljósi

Leitaðu eftir fremmandum ljósi
Fjúrtan fólk, bjargingarbátur og Erla Kongsdóttir luttóku í leitingini í Nólsoy í gjárkvøldið
 
31.01.2021 - 11:15

Fólk í Eysturbýnum í Havn hildu seg í gjár síggja onkran senda eitt SOS úr Nólsoy. Talan var um eitt ljós, ið tey sóu sunnanfyri bygdina.

Tað var um hálvgum seks tíðina, at løgreglan fekk boð um ljósið, og blivu boðini borin víðari til lokala bjargingarfelagið í Nólsoy. 

Fólk fóru alt fyri eitt í fjøllini at leita, samstundis sum lokali bjargingarbáturin leitaði framvið berginum. Erla Kongsdóttir luttók eisini í leitingini, tí hon hevur eitt serligt hitakamera, ið ger tað lættari at finna fólk í myrkri og á sjónum. 

Kanningin bleiv avblást um hálvgum átta tíðina, tá tað bleiv staðfest, at ljósið helst stavaði frá eini pannilykt frá lokalum, ið høvdu verið til fjals. Fjúrtan fólk luttóku í leitingini. 

Eisini í Gøtu
Nakrar tímar seinni, um ellivu tíðina á kvøldi, fekk løgreglan aftur eina líknandi fráboðan. 

Hesaferð vóru tað fólk við Gøtugjógv, sum hildu seg síggja ljós í fjøllunum norðanfyri Norðragøtu. 

Tað bleiv kortini skjótt staðfest, at talan var um tveir mans í bygdini, sum vóru farnir til fjals. Og tá teir báðir ikki vóru í vanda, bleiv ikki meira gjørt við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049