Føroyskur fiskur livir sum heild upp til ES-krøv

Føroyskur fiskur livir sum heild upp til ES-krøv
ES-myndugleikin hevur skoðað, um Heilsufrøðiliga starvsstovan sum eftirlitsmyndugleiki livir upp til veteriner-avtalu
 
30.01.2021 - 12:54

Hugt varð at innanhýsis mannagongdum og um samsvar er millum mannagongdir og tað, sum verður gjørt. ES hugdi eisini at eftirlitsfrágreiðingum frá ymiskum virkjum og skipum. Og staðfestu eftirlitsfrágreiðingar frávik, varð kannað, hvussu og um uppfylging var gjørd.

Nógvir spurningar vóru um skip, serliga smábátar, skrivar Heilsufrøðiliga. Hon løggildir ísfiskaskip yvir 20 brutto-registar-tons, og regluligt eftirlit er við hesum skipum. Heilsufrøðiliga løggildir tó ikki smábátar undir 20 brutto-registar-tons, sum hava fiskiloyvi, men teir landa eins og ísfiskaskipini til løggildar landingarmiðstøðir. 

Fiskur frá smábátum, sum ikki eru løggildir, kann soleiðis fara víðari til ES. Tí hevði ES-nevndin stóran áhuga í, hvussu eftirlit av smábátum verður skipað. Veiðutølini vísa, at smábátar fiska um 15 prosent av øllum botnfiski, sum verður fiskaður undir Føroyum.

Skoða um netið
Orsakað av koronuumfarsóttini er ES-skoðanin gjørd um netið, við videofundum, teldupostisamskifti og øðrum. Hetta er fyrstu ferð, at ES-eftirlitismyndugleikin ger slíka skoðan yvirnetið. 

Skrivlig frágreiðing kemur innan 20 dagar, har nærri verður lýst, hvørjar tillagingar Heilsufrøðiliga starvsstovan skal gera innanhýsis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835