- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strangari eftirlit við búnaðarstuðli
Strangari eftirlit við búnaðarstuðli
Verða treytirnar ikki hildnar, kann stuðulin fella burtur, sigur Búnaðarstovan

Tey, sum fáa stuðul, skulu lata Búnaðarstovuni fullfíggjaðan grannskoðaðan roknskap sum váttan
28.01.2021 - 11:26
Strangari eftirlit verður nú við, at landbúnaðarstuðul verður brúktur rætt.
Búnaðarstovan sigur í fráboðan um broytta mannagongd, at Landsgrannskoðanin kannaði í 2019, hvussu Búnaðarstovan umsat landbúnaðarstuðulin.
Niðurstøðan var, at umsitingin var ikki í fullum samsvari við ásetingarnar í kunngerðini um stuðulin.
Sagt verður, at tey, sum fáa stuðul, skulu lata Búnaðarstovuni fullfíggjaðan grannskoðaðan roknskap sum váttan.
Strangari eftirlit verður við, um, og í hvønn mun, tann, sum fær stuðul, lýkur treytirnar fyri stuðlinum.
Verða treytirnar ikki hildnar, kann stuðulin fella burtur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV