- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lene Bjerning Terp er nýggjur landsliðsvenjari
Lene Bjerning Terp er nýggjur venjari hjá landsliðnum við kvinnum. Tað boðar Fótbóltssamband Føroya frá á tíðindafundi.
– Eg gleði meg nógv til at byrja, sigur Lene Bjerning Terp, sum skal búgva í Føroyum.
Lene Bjerning Terp spældi elitufótbólt frá 1989 til 2003 og hevur millum annað umboðað Kolding, OB og Fulham.
Spælara- og venjararoyndir
Lene Bjerning Terp spældi á danska landsliðnum í tíggju ár, frá 1993 til 2003 og tók lut í EM- og HM-endaspølum og Olympisku Leikunum. Hon var liðskipari á liðnum í fimm ár.
Eftir at hon gavst sum spælari, gjørdist hon venjari. Hon var hjálparvenjari hjá danska landsliðnum við kvinnum, sum endaði á 2. plássi í EM-endaspælinum í 2017.
Hon hevur eisini verið hjálparvenjari hjá danska U19-landsliðnum við kvinnum (2011-2013) og høvuðsvenjari hjá KoldingQ í donskum fótbólti (2013-2016).
Lene Bjerning Terp tók Pro Licence hjá UEFA í 2013.