- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður í tríggjar dagar
Varðhaldsfongslaður í tríggjar dagar
Ein maður er varðhaldsfongslaður fyri harðskap ímóti løgreglumanni
24.01.2021 - 13:45
Ein maður er varðhaldsfongslaður í tríggjar ferðir 24 tímar, ákærdur fyri at fremja harðskap móti einum løgreglumanni, sum ikki var til arbeiðis.
Tað hevur Føroya rættur avgjørt í morgun, tá maðurin var í grundlógaravhoyring í rættinum. Hendingin fór fram tíðliga leygarmorgunin í býnum í Havn.
Ikki samband við líknandi mál
Føroya rættur valdi at varðhaldsfongsla ákærda mannin í tríggjar ferðir 24 tímar, meðan løgreglan kannar málið og ger avhoyringar.
Varðhaldsfongslaði maðurin skal vera farin til løgreglumannin og framt harðskap móti honum.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini hevur málið ikki samband við onnur líknandi mál, sum hava verið síðstu tíðina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV