- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður í tvær vikur
Varðhaldsfongslaður í tvær vikur
Ein 24 ára gamal maður er í dag varðhaldsfongslaður í tvær vikur eftir grundlógaravhoyring fyrrapartin
23.01.2021 - 12:13
Tann 24 ára gamli játtaði seg lutvíst sekan og kærdi ikki avgerðina. Maðurin varð seinnapartin í gjár handtikin og skuldsettur fyri brot á narkotikalógina.
Í samband við húsarannsóknina heima hjá manninum, fann løgreglan 67 gram av amfetamini, umleið fimm gram av ketamini og fleiri aðrar tablettir.
Maðurin er varðhaldsfongslaður, meðan málið verður kannað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV