- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bárður fer heimaftur til Víking
Royndi høgribakkurin, Bárður Jógvansson Hansen, skal aftur spæla í ljósabláa búnanum hjá Víkingi. Tað boðar Víkingur frá á sínari facebooksíðu.
Bárður Jógvansson Hansen, sum er 28 ára gamal og úr Norðragøtu, hevur seinastu fýra árini spælt við NSÍ. Men nú hevur hann so valt at flyta heimaftur, og hevur gjørt eitt ára sáttmála við Víking.
255 dystir í bestu deildini
Sambært Faroesoccer.com hevur høgri bakkurin umboðað GÍ, Víking og NSÍ. Hann hevur spælt 255 dystir í bestu deildini, og hann hevur skotið 18 mál.
Bárður Jógvansson Hansen er eisini skrásettur fyri seks landsdystir fyri Føroyar. Millum annað spældi hann við í minniliga 2-1 sigrinum á Grikkalandi á Tórsvølli í 2015.
Í Víkingi fegnast tey um, at Bárður Jógvansson Hansen hevur valt at koma heimaftur til Víking, og tey gleða seg at síggja hann í ljósabláu blusuni.
NSÍ mist seks leikarar
Bárður Jógvansson Hansen er sætti spælarin, sum er farin úr NSÍ síðani í fjør. Hinir eru:
Rógvi Egilistoft, sum er vorðin borgarstjóri á Eiði.
Jesper Christiansen, ið er farin av aftur landinum.
Steffan Løkin, sum er fluttur út á Toftir at spæla við B68.
Salmundur Bech, ið er farin aftur til FC Suðuroy
Jann Benjaminsen, sum hevur tikið av møguleikanum at spæla uttanlands, og hevur fingið sáttmála við norska triðju deilara felagið Hødd
Tveir leikarar eru hinvegin komnir til NSÍ. Talan er um HB-miðvallaran Trónd Jensen, og so er høgri bakkurin Sjúrður Pauli Nielsen komin aftur til barndómsfelagið eftir at hava spælt við ÍF í fjør.