Brúka bara átta prosent til viðlíkahald

Brúka bara átta prosent til viðlíkahald
Landið fær meira enn hálva milliard í vegskatti og avgjøldum, men bara 45 milliónir fara til at halda landsvegirnar viðlíka
Landsverk hevur mett, at eftirsleipið til viðlíkahald er 375 mió. kr.
 
14.01.2021 - 11:44

Landið brúkar bara góð átta prosent av tí, sum kemur í landskassan frá bilum, til at halda vegirnar viðlíka.

Í svari til Heðin Mortensen, løgtingsmann, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at landið fær 500 til 550 mio.kr. um árið í vegskatti og øðrum avgjøldum fyri bilar.

45 mió. kr. verða brúktar til at viðlíkahalda landsveganetið.   

Landið brúkti 284 mió. kr. til nýggar vegir og berghol í fjør, og ætlar at brúka 183 milliónir í ár. 

Landsverk metti í fjør, at eftirsleipið í viðlíkahaldinum í fjør var 375 mió. kr.

Jørgen Niclasen sigur, at ætlanin er at hækka játtanina til viðlíkahald stigvíst næstu árini.

Og tann hækkingin er longu byrjað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497