- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt ævintýr, sum eg ikki kundi siga nei til
Jonas Dal Andersen hevur ongantíð verið venjari uttanfyri Danmark, men tá tilboðið kom úr HB, kundi hann ikki siga nei.
- Mær hevur altíð dámt væl Føroyar, og havi verið her fleiri ferðir. Tá hesin møguleikin brádliga kom, var eg ikki í iva í at hetta var rætta avbjóðingin fyri meg, sigur nýggi venjarin við hb.fo
- Harumframt helt familjan at tað kundi verið spennandi at roynt eitt slíkt ævintýr. So tað er nógv sum talaði fyri, tá hesin møguleikin kom.
HB vann bæði meistaraheitið og steypakappingina í fjør, og skal royna seg í Champions League í ár. Júst hesin møguleikin dróg eisini í danan.
- Eg gleði meg eisini at sleppa út í evropa at royna meg.
Eingin kollvelting
Fráfarandi venjarin, Jens Berthel Askou, menti í fjør ein ágangandi og áleypandi spælistíl við trýsti langt frammi á vøllinum. Tí ætlar Jonas Dal Andersen ikki at sleppa.
- Eg fari at halda fram við sama leisti, og fari ikki at kollvelta nakað. Sjálvandi fari eg at gera nakrar taktiskar tillagingar og fari at hyggja eftir, hvar vit kunnu gerast enn betri, sigur nýggi HB-venjarin við heimasíðuna hjá HB.