- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirtaka ikki farsóttarlógina
Yvirtaka ikki farsóttarlógina
Løgmaður tekur ikki undir við áheitan hjá løgtingsmanni um at yvirtaka lógina

08.01.2021 - 05:35
– Ongar ætlanir eru um at yvirtaka farsóttarlógina.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú Jákup Mikkelsen, tingmaður hjá Fólkaflokkinum, heitir á landsstýrið um at yvirtaka farsóttarlógina.
Jákup Mikkelsen heldur, at tað er neyðugt við heimild at krevja av fólki, at tey fara í sóttarhald, tá tey koma til landið, nú sera smittandi útgávur av COVID-19 breiða seg aðrastaðni í heiminum.
Men landsstýrið hevur hvørki ætlanir um at krevja at fólk fara í sóttarhald við lógarheimild ella at yvirtaka farsóttarlógina, sigur løgmaður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV