- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trolarar fleiri fiskidagar, onnur fiskifør færri

Trolarar eiga at fáa fimm prosent fleiri fiskidagar næsta ár.
Onnur fiskifør eiga at fáa fimm prosent færri dagar.
Hetta er tilmælið hjá Havstovuni um fiskidagar í 2021. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ger av, hvørjir fiskidagarnir verða.
Havstovan hevur ásett fiskidagarnar eftir fyribils umsitingarætlanini frá 2019.
Sambært umsitingarætlanini kunnu fiskidagarnir antin vera fimm prosent fleiri ella fimm prosent færri. Teir kunnu eisini vera óbroyttir.
ICES eftirmetir
Umsitingarætlanin verður væntandi send til ICES til eftirmetingar í 2021, sigur Havstovan. Tá ið ICES hevur mett umsitingarætlanina at vera burðardygga, fer ICES at ráðgeva sambært henni í framtíðini.
Júst í ár er ósamsvar millum ráðgevingina hjá Havstovuni og ICES, tí Havstovan hevur nýtt fyribils umsitingarætlanina sum grundarlag.
ICES hevur brúkt regluna um størstu varandi veiðu sum grundarlag.
Havstovan mælir aftur hesaferð til, at Havstovan og Fiskimálaráðið samskifta um, hvussu royndarfiskiskapurin á Føroyabanka kann halda fram undir neyvum eftirliti.
Framvegis er sera lítið at fáa av toski á Føroyabanka.