Koronukanningarnar hava kostað 29 mió. kr.

Koronukanningarnar hava kostað 29 mió. kr.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur svarað fyrispurningi frá Beintu Löwe, løgtingskvinnu
Thetis ger koronukanningar fyri Sjúkrahúsverkið
 
21.12.2020 - 17:50

Higartil hevur tað kostað landinum og sjúkrahúsverkinum knappar 29 milliónir krónur at lata privatar fyritøkur taka sær av koronukanningum og greiningum.

Tað stendur í svari, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur givið Beintu Löwe, løgtingskvinnu.

Løgtingskvinnan spurdi millum annað, hvussu nógv landið og sjúkrahúsverkið hava rindað fyri kanningarnar.

Sáttmáli er við fyritøkurnar Thetis og Smyril Line um kanningar við landamørkini og um vanligar kanningar.

Væl nøgdur

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur verða væl nøgdan við samstarvið higartil, eisini við prísin, sum er 390 krónur fyri hvørja kanning.

Kanningararbeiðið var ikki boðið út í hesum umfari, men Kaj Leo Holm Johannesen útilokar ikki, at verður tað neyðugt seinni, verða aðrir møguleikar eisini kannaðir.

Fyribils verður hildið fram við kanningunum til 31. mars. 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944