Heilsustarvsfólk verða fyrst koppsett

Heilsustarvsfólk verða fyrst koppsett
Í fyrstu syftu verða gott 2.000 fólk koppsett fyri koronu
Frá tíðindafundinum í Heilsumálaráðnum. Frá vinstru Hjalti Gunnarstein, landsoptekari, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, og Tummas í Garði, varastjóri í sjúkrahúsverkinum
 
17.12.2020 - 09:59

Heilsustarvsfólk og starvsfólk á ellis- og røktarheimum verða tey, sum fyrst fáa tilboð um at verða koppsett fyri koronu.

Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum í løtuni hevur tíðindafund um koppsetingina.

Í fyrstu syftu fáa Føroyar góðar 4.000 skamtir av koppingarevni, og tað er nóg mikið at koppseta gott 2.000 fólk tvær ferðir.

Koppingarevnið kemur til landið millum jóla og nýggjárs, og ætlanin er at fara undir koppsetingina beinan vegin, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.

Tey næstu í røðini at verða koppsett eru fólk, sum búgva á ellis- og røktarheimum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944