- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atli skal hjálpa Bagga
Fyrrverandi landsliðsliðskiparin, Atli Gregersen, er nýggjur hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum við monnum. Hann avloysir Hegga Samuelsen.
Høvuðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála.
- Hetta verður heilt sikkurt ein spennandi og mennandi uppgáva fyri meg sum venjara. Eg kenni væl Bagge frá tíðini í Víkingi, og eg ivist onga løtu í, at samstarvið verður gott fyri báðar partar, sigur Atli Gregersen við fsf.fo.
Góð úrslit í ár
U-21-landsliðið hevur fingið fleiri góð úrslit farna árið. Liðið vann móti Ísrael, Montenegro og Kasakstan, meðan dystirnir móti Norðurmakedónia og Spania endaðu við teprum tapum.
- Eg ivaðist onga løtu, tá eg fekk møguleikan at halda fram. At vera U21-landsliðsvenjari er sera spennandi, og tað er hugaligt at vera partur av menningini av okkara ungu spælarum, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Rúni Klein Joensen heldur fram sum málmansvenjari næstu tvey árini.
Lutakastið til komandi EM-undankapping verður tann 28. januar.