- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslingin longd fýra vikur
Varðhaldsfongslingin longd fýra vikur
Ein 30 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu
16.12.2020 - 10:24
Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu, er framvegis í varðhaldi.
Maðurin varð tikin í oktober. Síðani er varðhaldsfongslingin longd tvær ferðir, báðu ferðirnar í fýra vikur.
Maðurin, sum er fyrst í 30-unum, varð handtikin í sambandi við, at løgreglan kannaði ferðafólk, sum komu til landið við Norrønu.
Rúsevni
Løgreglan fann rúsevni uppi á manninum, og hann varð tí tikin.
Telefon og telda hjá manninum vórðu kannað, og har fann løgreglan nógv barnaporno av grovasta slagi.
Maðurin skal vera í varðhaldi, meðan løgreglan kannar, um hann hevur sent øðrum barnapornografiskt tilfar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV