- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danskur fótbóltsspælari bestur í heiminum
Danskur fótbóltsspælari bestur í heiminum
UEFA hevur saman við øðrum valt 100 teir bestu fótbóltsspælararnar hjá kvinnum í heiminum, og ovast á listanum er danin, Pernielle Harder í Chelsea
Mynd: AP-tíðindastovan
11.12.2020 - 16:55
Vivianne Miedema, sum spælir við Arsenal, endaði á øðrum plássi, og Manchester City-spælarin, Lucy Bronze, gjørdiste nummar trý.
Íslendingurin, Sara Bjørk Gunnarsdóttir endaði á 24. plássi á listanum.
Dýrur leikari
Pernille Harder varð seld Chelsea fyri metstóra upphædd, 2,5 milliónir krónur, og er eisini kosin besti spælari í Týsklandi, tá ið hon vann meistaradeildina við Wolfsburg. Hon er 28 ára gomul, og vann eisini heitið, sum besti spælari í 2018, skrivar The Guardian.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV