Gav einki lyfti um ókeypis koyring í tunlunum

Gav einki lyfti um ókeypis koyring í tunlunum
Løgmaður sigur, at málið er ikki viðgjørt politiskt, og einki bendir á, at tað verður viðgjørt enn á sinni
Enn er ógreitt, nær tað verður ókeypis at koyra í Norðoyatunlinum. Málið er ikki viðgjørt politiskt, sigur løgmaður
 
09.12.2020 - 11:35

Fundurin í Klaksvík í gjárkvøldið við valfeløgini hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum í Norðoyggjum um tunnilsgjaldið var eitt vónbrot hjá valfeløgunum. Løgmaður gav einki lyfti um, at tað skal vera ókeypis at koyra í tunlunum.

Sambært løgmanni er málið als ikki viðgjørt politiskt, og einki bendir á, at tað verður viðgjørt enn á sinni.

Eg fari ikki at lova nakað, og tað vistu tey eisini væl frammanundan, sigur Bárður á Steig Nielsen. 

Sambært Mariu Olsen, forkvinnu í Norðoya Sambandsfelag, sum var á fundinum, hava feløgini avtalað einki at siga eftir fundin. Atli Rasmussen, næstformaður í Sambandsfelagnum, vísir eisini til Bárð á Steig Nielsen.

Tríggjar krónur

Ein túrur í tunlinum kostar í dag 20 krónur báðar vegir, um tú hevur hald. Tú fært tó tað mesta aftur frá TAKS.

Við at søkja um endurgjald, fært tú átta krónur og 45 oyru fyri hvønn túrin í endurgjaldi, tó í mesta lagi fyri tveir túrar um dagin. Samanumtikið rindar tú gott og væl tríggjar krónur fyri túrin. 

Øll tey lokalu valfeløgin í Norðoyggjum vóru undan fundinum samd um, at tíðin er komin til at avtaka gjaldið. Sambært Norðoya Tjóðveldisfelag skal tað gerast við skili, og ein meira gjøgnumhugsað samferðsluskipan skal gerast fyri alt landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805