Smáu skúlarnir ikki lagdir saman við teimum størru

Smáu skúlarnir ikki lagdir saman við teimum størru
Skúlarnir á Velbastað, í Nólsoy og Kaldbak skulu ikki leggjast undir teir størru í kommununi er niðurstøðan eftir hoyringar
 
01.12.2020 - 07:22

Smáu skúlarnir í Tórshavnar kommunu verða ikki lagdir saman við størri skúla í kommununi. Talan er um Velbastaðar skúla, Nólsoyar skúla og Kaldbaks skúla.

Fyri tveimum árum síðani samtykti Mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu at kannast skuldi, um smáu skúlarnir í kommununi ikki kundu leggjast undir leiðslu í størri skúla. 

Vilja hava samstarv við Eysturskúlan í fasta legu

Men eftir hoyringarnar er niðurstøðan tann, at hetta verður ikki gjørt. Ætlanin var, at smáu skúlarnir skuldu vera undirvísingarstøð undir leiðslu í størri skúla.

Men skúlin og undirvísingin skuldu framhaldandi vera í bygdunum, og bygnaðurin skuldi vera tann, at næmingar í fyrsta til og við sjeynda árgangi framvegis gingu í skúlanum í heimbygdini.

Skúlastýrini í smáu skúlunum vilja tó hava samstarvið við Eysturskúlan í eina fasta legu. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342