- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havstovan ger tilmæli um Føroyabanka
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/magnus_heinason.png?itok=1sIZ51Ff)
Nú í desember fer Havstovan at lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmæli um botnfisk undir Føroyum.
Føroyabanki, sum hevur verið friðaður í nógv ár, er við í tí tilmælinum.
Royndir bæði við troli og við línu vísa, at sera lítið er til av toski á Føroyabanka. Hetta hevur verið støðan síðani 2006.
Men hýsa og til dømis longa eru á Føroyabanka.
Jacob svarar Jóhan Eli
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað spurningum frá Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmanni, um stongdar leiðir og royndarveiðu á Føroyabanka.
Hann sigur, at ein arbeiðsbólkur gav Fiskimálaráðnum frágreiðing um friðaðar og stongdar leiðir fyri seks árum síðani. Har vóru uppskot um broytingar.
Men arbeiðsbólkurin helt seg ikki hava nóg stóra umboðan til at gera broytingar í stongdum økjum.
Hann mælti tí til at seta breiðari bólk at viðgera broytingarnar. Ætlanin er nú at eftirmeta allar stongdar leiðir.
Vinnan, Havstovan og Vørn vera við, tá stongdu leiðirnar verða eftirmettar, sigur landsstýrismaðurin.