Handverksmeistarafelagið fremsta fingur á lofti

Handverksmeistarafelagið fremsta fingur á lofti
Felagið heldur ikki, at lærlingaviðurskiftini hjá timburlærlingunum á Glasi í nóg stóran mun verða raðfest
Tað var í hesum tjaldinum á Glasir, at timburlærlingarnir hildu til áðrenn tjaldið herfyri fór á flog í nógvum vindi
 
01.12.2020 - 06:31

Tað sigur felagið eftir at tjaldið, har timburlærlingarnir á Glasi hava hildið til, fór í nógva í vindinum herfyri.

Handverksmeistarafelagið heldur, at tað var ikki av neyð, at timburlærlingarnir vóru noyddir at halda til í einum tjaldi, tí hóskandi høli vóru tøk.

Tað finnast og hava funnist nógvar møguligar loysnir fyri hølistrupulleikan. Eitt nú kundu flestu aðrar deildir flutt í onnur høli, sum eru bjálvað og klára at standa í vindi, sigur felagið.

Átala eisini handfaringini hjá aðalráðnum

Mentamálaráðið kundi havt lurtað, tá skúlin skuldi byggjast, tí tað var júst tann sami fakbólkurin, sum ávaraði um, at skúlin fór at gerast dýrari enn ætlað, og at bygningurin tí mátti gerast minni, sigur felagið.

Handverksmeistarafelagið vísir samstundis á, at umstøðurnar hjá el-lærlingum, sum noyðast at gera sveinstykkið undir trappuni, og tað er heldur ikki nøktandi, sigur felagið.

Handverksmeistarsafelagið heitir á Glasir og Mentamálaráðið um at eftirmeta sínar raðfestingar við hølisviðurskiftunum á Glasi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342