- Tíðindi, mentan og ítróttur
Toskaveiðan minkað niður í helvt
Munandi minni av toski eru landað higartil í ár samanborið við í fjør. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár er nøgdin av toski, sum er veiddur í føroyskum øki, minkað við einari helvt.
1. oktober í ár vórðu landað tilsamans 8.500 tons av toski samanborið við 17.000 tons sama tíðarskeið í 2019, sigur Hagstovan.
Tað er ikki bara toskur, sum minni er avreitt av higartil í ár. Hýsan er minkað ein fimting. Hinvegin eru landað 18 prosent meira av upsa.
Eitt vet minni
Nøgdin av øllum fiskasløgum, sum er landað í ár, er eitt vet minni í ár enn í fjør. Avreiðingarvirðið er minkað ein fimting.
Fyri tosk er virðið fallið meira enn helvtina og fyri hýsu ein góðan fjórðing samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Nøgdin av uppsjóvarfiski er nakað tann sama sum fyrstu 10 mánaðirnar í fjør, sigur Hagstova Føroya.