Nú verður farið undir langhylin í Havn

Nú verður farið undir langhylin í Havn
Sáttmálaprísurin er 147,5 milliónir kr., og langhylurin skal verða liðugur í 2023
Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, og Annika Olsen, borgarstjóri, tá skrivað varð undir sáttmálan um langhylin
Mynd: torshavn.fo  
 
30.11.2020 - 14:11

Í dag varð skrivað undir sáttmálan millum Tórshavnar kommunu og byggifelagið J&K Petersen um høvuðsarbeiðstøku um nýggja langhylin.

Langhylurin fer at kosta 147,5 milliónir krónur.

Væntandi verður farið at rigga byggiplássið til, stika øki av og at grava út fyri nýggja langhylinum fyri jól. Hann skal eftir ætlan verða liðugur í 2023.

SNA arkitektar hava projekterað langhylin. 

Annika Olsen, borgarstjóri, segði á samkomu, tá skrivað varð undir sáttmálan, at við langhylinum tekur svimjing í Føroyum eitt stórt stig út í heim, eins og vit kunnu hýsa størri kappingum í høvuðsstaðnum. 

Haraftrat fáa havnarborgarar atgongd til eitt vælveruøki við heitum hyli innandura og til uttandurahyljar, segði Annika Olsen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342