Eldur í farmaskipi vestan fyri Føroyar

Eldur í farmaskipi vestan fyri Føroyar
Brimil fór til hjálpar, men manningin sløkti sjálv eldin
MRCC stóð fyri bjargingini fríggjakvøldið, tá eldur kom í eitt farmaskip
 
29.11.2020 - 10:19

Fríggjakvøldið kom eldur í maskinrúmið á farmaskipinum Vestland, sum var á veg til Íslands úr Onglandi.

MRCC gav alt fyri eitt boð um at gera føroysku bjargingartyrluna klára, og Brimil fekk boð um at fara til Vestland, sum var á Íslandsrygginum vestan fyri Føroyar.

Íslendska bjargingartænastan var eisini kunnað um støðuna. Men manningin á Vestlandi fekk skjótt tamarhald á støðuni, og tyrlan varð avlýst. Brimil fylgdi Vestlandi á Fuglafjørð.

Vestland sigldi við egnari hjálp. Sjey mans eru við Vestlandi, og teir hava tað allir gott, sigur Vørn. Vestland var bara nakrar fáa tímar í Fuglafirði seinnapartin í gjár og er nú á veg aftur til Íslands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049