Aftur ein baldrut nátt í Havn

Aftur ein baldrut nátt í Havn
Langt síðani so nógv ferðsluóhapp við skuldseting um rúsdrekkakoyring hava verið
Nógv var at gera hjá politinum í nátt
 
29.11.2020 - 09:50

Um vikuskiftið hava verið trý ferðsluóhapp, har sum bilførarnir eru skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring. Tað er langt síðani, at so nógv óhapp við skuldsetingum um rúsdrekkakoyring hava verið eitt vikuskifti, sigur politiið.

Tvey óhapp vóru í nátt. Beint fyri klokkan trý rendi ein bilur á ein garð. Hann fekk stóran skaða. Millum klokkan seks og sjey í morgun fekk politiið fráboðan frá einum fólki, sum hevði hoyrt eitt buldur uttanfyri.

Tann bilurin fekk ikki størri skaða enn so, at bilførarin koyrdi víðari, men politiið steðgaði honum. Nógv fólk var í býnum í Havn í nátt.

Nógv, sum vóru dottin ella avdottin ella bæði, vórðu koyrd heim ella á skaðastovuna í politibilum ella sjúkrabilum. Skeinkingarstøðini í Havn hava nú opið aftur sum fyrr, áðrenn korona kom.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049