- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona: Tilmælini brotin í nátt
Nógv fólk hava verið í býnum í Havn í nátt. Løgreglan greiðir frá, at tað er í stóran mun tá skeinistøðini stongja, at tilmælini verða sjónliga brotin, tí nógv fólk savnast uttanfyri matstøð, sum eru opin um næturnar.
Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá í morgun, at tá roynir løgreglan at vera sjónlig á staðnum og siga við fólk, at nú eru ov nógv fólk savnað saman. Tríggjar ferðir í nátt eru bilførarar tiknir og skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring.
Ein varð tikin við Streymin, ein í Hoyvík og umleið klokkan fýra í nátt var eitt ferðsluóhapp Yviri við Strond, har ein bilførari fór á mótsattu koyribreyt og rendi frontalt saman við einum øðrum bili. Eini bilførarin í hesum óhappinum er eisini skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur løgreglan í morgun.