- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hótti løgreglufólk við knívi heima við hús
Hótti løgreglufólk við knívi heima við hús
Ein maður skal grundlógaravhoyrast í Føroya rætti seinni í dag
27.11.2020 - 10:32
Ein maður í 50'unum skal í grundlógaravhoyring í dag fyri at hava verið inni í íbúðini hjá einum løgreglufólki og hevur hótt viðkomandi við knívi. Hetta hendi seinnapartin í gjár. Maðurin rýmdi frá staðnum, áðrenn løgreglan kom, men hann varð handtikin seint í gjárkvøldið.
Løgreglan fer at krevja mannin varðhaldsfonglsaðan í nakrar vikur, so at hann ikki kann ávirka kanningararbeiðið, sletta slóðir og ávirka vitni. Eisini tí at vandi kann verða fyri, at maðurin fremur álop aftur, sigur Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.
Grundlógaravhoyringin verður kl. 13 í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV