Tveir av teimum ákærdu verða latnir leysir

Tveir av teimum ákærdu verða latnir leysir
Eystari landsrættur hevur staðfest úrskurðin hjá Føroya rætti
Landsrætturin hevur staðfest úrskurðin hjá Føroya rætti um varðhaldsfongslingina hjá teimum ákærdu í rúsevnamálinum
 
25.11.2020 - 15:22

Eystari Landsrættur hevur staðfest avgerðina hjá Føroya rætti um, at tveir av teimum ákærdu í stóra rúsevnamálinum skulu latast leysir. Málið er útsett til í februar.

Fríggjadagin viðgjørdi Føroya rættur spurningin um varðhaldsfongslingina, og tá gjørdi rætturin av, at tveir av teimum ákærdu skulu latast leysir, meðan tann triði framvegis skal vera í varðhaldi.

Ákæruvaldið vildi hava allar tríggjar menninar at verða verandi í varðhaldi, til dómur er fallin í málinum, og kærdi tí úrskurðin hjá Føroya rætti til landsrættin.

Eystari Landsrættur hevur nú staðfest avgerðina í Føroya rætti. Allir tríggir menninir, sum eru ákærdir í rúsevnamálinum, hava sitið í varðhaldi síðani 21. november í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049