- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandingar skulu nú eisini venja seg við hetta
Sjóvar kommuna fer í næstum undir eina royndarskipan, har fólk í kommununi skulu skilja húsarhaldsburturkastið, tá tey bera tað út
Endamálið við sonevndu bokashi-skipanini er at endurvinna sum mest av matleivdunum, sum annars enda í brenniovninum.
Fingu innbjóðing í summar
Tað var í summar, at IRF sendi øllum teimum 28 limakommunum eitt tilmæli um at bjóða fólkunum í kommununum bokashi-spannir, har húsarhaldsburturkastið skal skiljast í.
Í fyrstu atløgu vóru tað bara Vága kommuna, Eysturkommuna, Hvannasunds kommuna og Sumbiar kommuna, sum meldaðu seg til skipanina.
Síðani tá eru fleiri aðrar kommunur eisini lagstar afturat skipanini at skilja húsarhaldsburturkastið.