Er nú á veg til Danmarkar

Er nú á veg til Danmarkar
Tukuma Arctica fór av Havnini um níggjutíðina í morgun
Tukuma Arctica er nú á veg til Danmarkar
Mynd: Sermitsiaq  
 
23.11.2020 - 13:48

Farmaskipið Tukuma Arctica, sum sleit í illveðrinum leygarnáttina, er nú á veg til Danmarkar.

Vakthavandi á Tórshavnar havn sigur, at skipið fekk bara smávegis skaða, m.a. tvey smærri hol, sum vóru væl oman fyri vatngangin.

Skaðin varð umvældur í nátt, meðan farmurin varð lossaður. Skipið fór av Havnini um níggjutíðina í morgun.

Tukuma Arctica sleit fortrossarnar í nógva vindinum beint eftir midnátt leygarnáttina og snaraði 90 stig, so skipið endaði við at liggja við gronini út móti fjørðinum. 

Tórshavnar havn kannar nú, um bryggjan hevur fingið skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109