- Tíðindi, mentan og ítróttur
Liggur nú aftur við bryggju
Grønlendska farmaskipið,Tukuma Arctica, liggur nú aftur við atløgubryggjuna í nýggju havnini í Havn.
Skipið sleit í ódnarveðrinum leygarnáttina.
Kavarar vóru niðri fyrrapartin og kannaðu botnin, men einki bendir á, at skipið hevur fingið skaða, sigur vakthavandi á havnarskrivstovuni.
Tvey smá hol
Tó eru tvey smá hol staðfest oman fyri vatngangin í bakborð har afturi á skipinum, men tað lekur ikki, og sveisað verður fyri holini.
Umboð fyri felagið, har Tukuma Arctica er klassað, hava eisini verið umborð og kannað viðurskiftini.
Skipið verður nú lossað, og tá liðugt er at lossa eina ferð í kvøld, fer Tukuma Arctica av Havnini til Aarhus.
Grønlendska felagið, Royal Arctic Line, sum eigur skipið, samstarvar við Eimskip um farmasigling millum Grønland, Ísland, Føroyar og Danmark.