- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongar myllur fyrr enn í 2022
Tað verður í fyrsta lagi í 2022, at myllurnar, sum SEV ætlar at seta upp omanfyri Eiði, koma. Øll loyvi eru ikki fingin enn, millum annað byggiloyvið frá Eiðis kommunu.
Og nú er ov seint at fara undir at fyrireika eina verkætlan, sum skal fremjast næsta ár, sigur Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV.
>> SÍ EISINI Kæra frá Fuglafrøðifelagnum burturvíst
Byggiloyvið er ikki avgreitt enn, tí bygdaráðið vil fyrst hava undirskrivaðan sáttmála millum hagastýrið, sum skal leiga SEV lendi til myllurnar, og SEV, sigur Hans Jákup Drangastein Johansen, varaborgarstjóri.
SEV vann fyri einum góðum ári síðani útboðið um vindorku á Eiði. Tær sjey vindmyllurnar í hjá Sev í Porkeri eru komnar upp og verða tiknar í brúk í desember.