Landsstýrið umrøður nýggj koronutilmæli

bannari
Landsstýrið umrøður nýggj koronutilmæli
Farsóttarnevndin hevur latið landsstýrinum nýggj tilmæli, men støða er ikki tikin til tey enn
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at talan verður framvegis um tilmæli og ikki lógarkrav
 
06.11.2020 - 17:00

Landsstýrið umrøður í løtuni nýggjar tilráðingar til tess at fyribyrgja kornasmittuni.

Farsóttarnevndin hevði fund týsdagin, har nýggj timæli vórðu latin landsstýrinum.

Michael Boolsen, fúti, sum er formaður í farsóttarnevndini, vil ikki siga, hvat nevndin mælir til, men vísir til landsstýrið.

Bárður Nielsen, løgmaður sigur, at landsstýrið hevur umrøtt tilmælið á fundi í dag, men fer at umrøða tey aftur í næstu viku, tí greiða skal fáast á ymiskum viðurskiftum.

Hann vil tí ikki avdúka, hvørji tilmælini verða. Tað verður gjørt fyrst í næstu viku, sigur løgmaður.

Framvegis bara tilmæli

Løgmaður segði fyrr í vikuni, at talan framvegis verður um tilmæli, og ikki at lóggeva á økinum.

M.a. umhugsaði landsstýrið at herða eftirlitið á markinum, so fólk, sum annaðhvørt koma til Føroya við flogfari ella skipi, skulu hava eina váttan, sum ikki er meira enn tríggjar dagar gomul, og sum skal prógva, at tey ikki hava koronu.

Og so skulu fólk kannast, tá tey koma til landið, og aftur seks dagar, eftir at tey eru komin til landið.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv lata seg kanna sætta dagin, og tí verður umrøtt, um fólk skulu fáa sms-boð, so tey møta til kanning sætta dagin.

Hetta eru alt viðurskifti, sum landsstýrið umrøður, og sum verða almannakunngjørd í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835